4.2.13

Patti Smith - Bara børn

Eg havi lisið Just Kids hjá Patti Smith. Langt síðani eg havi lisið eina so vakra og bersøgna bók.























Bókin snýr seg um Patti Smith og Robert Mapplethorpe, hvussu tey hittust og ferð teirra saman. Smith byrjar við ongum, heimleys í New York, men hittir Mapplethorpe. Tey síggja ein eginleika í hvørjum øðrum og eru vís í, at tey eru "destined to fame". Tey halga seg til hvønannan til tey eru "ready to stand on their own". Smith skrivar um stríðið at fáa ein gerandisdag at hanga saman, at flyta inn á Chelsea Hotel, hvussu tey stríðast fyri listini, og hvussu tey koma í samband við fólk í lista-umhvørvinum í New York, og hvussu Mapplethorpe og Smith gerast klár til at standa á egnum beinum. Bókin byrjar sum ein kærleikssøga, men kann sigast at enda sum eitt minningarorð. Søgan strekkir seg frá 1967 tá tey hittast, til 1989 tá Mapplethorpe doyr.


Patti Smith bjóðar lesaranum inn í ein ókendan heim, ið man sjáldan fær innlit í. Upplivingin verður styrkt við ymiskum myndum og yrkingum í bókini, og at síðurnar í bókini eru ójavnt skornar. Enn eitt viðmæli til tykkum lesarar frá mær: les hesa.

No comments:

Post a Comment