15.2.13

Pannukakur

Bókin Góðaráð er allarhelst fast innbúgv í øllum húsarhaldum í Føroyum. Nú ein dagin fekk eg tvær vinkonur á vitjan, og avgjørdi at gera teimum pannukakur. Uppskriftina fekk eg úr Góðaráð, og pannukakurnar gjørdust so góðar, at ein av vinkonunum vildi hava uppskriftina heim við.
Eg tók ikki myndir av lidna úrslitinum, men tær smakkaðu ómetaliga væl, serliga við róma, farin og súltutoy afturvið. Donsku vinkonurnar hjá mær høvdu ikki roynt pannukakur við róma fyrr, so eg veit ikki um tað er okkurt serstakt føroyskt, men tær lótu væl at.
Uppskriftin er løtt - blanda alt tilfarið saman, og koyr tað á pannuna. Uppskriftina fáa tit her:
8 pannukakur:
150 g av hveitimjøli
1/2 tesk. av salti
1 súpisk. av sukri
2 1/2 dl av mjólk
1 dl av vatni
3 egg
25-30 g av margarini

No comments:

Post a Comment