11.2.13

Avvenjing

5-piece French Wardrobe hugtakið saman við fíggjarstøðuni í vesturheiminum hevur havt við sær ein áhuga i kvaliteti í mun til kvantitet tá tað kemur til klæðir. Málið sýnist at vera at eiga eitt haldbært, basis klædnaskáp (hygg t.d. her: Dead Fleurette, Tænkeboksen, SUS, Vilde Kaniner, Pagik), og rudda alt út, sum man ikki hevur verið í seinasta árið.
Á blogginum A Pair and a Spare hevur Geneva gjørt eina leiðbeining til hettar, ið eg haldi ljóðar rættiliga skilagóð.













































Hennara seks stig eru hesi:
1. Rudda og koyr út - ov stór, lítil, illa farin klæðir skulu út, eins og klæðir tú ikki kennir teg væl í.
2. Lýs stílin hjá tær - hygg hvat er eftir í skápinum tá tú hevur ruddað út, og fá eina mynd av hvørjum tær dámar at vera í.
3. Savna tíni essentiellu pløgg - og finn útav hvørji tú heldur, at tær manglar.
4. Skipa klædnaskápið - so tú hevur yvirlit yvir pløggini í skápinum, og enntá kanst finna íblástur á henda hátt
5. Finn tína litafjøl - litir sum tær dámar, kennir teg væl í, og hóska til tín.
6. Kvalitetur yvir kvantitet - ikki bara keypa tí tað er bíligt ella hóskar tær hampuliga. Bíða heldur til tú finnur plaggIÐ.

"Wardrobe essentials" hjá Genevu kunnu síggjast her
 
Sjálv eri eg ómetaliga glað fyri úrvalið í mínum klædnaskápi, og eg havi uppbygt mær eitt haldbært basis-úrval. Eg skal bara duga betri at rudda út (punkt 1). Eg aavi alt ov nógv klæðir sum eg ikki havi verið í í minst 1 ár, og hettar gongur út yvir yvirlitið í skápinum (punkt 4).
Eisini havi eg ein lista av pløggum, ið eg kundi hugsað mær at leggja afturat klædnaskápinum (punkt 3). Tó fari eg ikki miðvíst út at leita eftir hesum pløggunum - her eri eg samd við modellini Caroline Brasch Nielsen, ið sigur:
"I think you’re better off browsing than going out to buy a specific thing. I never think, ‘Oh, I need a coat, I’m going to go get a coat.’ You should see what’s out there, and not feel pressured to get something just because you need it. Also, it seems like every time you’re ‘on a mission,’ you don’t find what you’re looking for."

No comments:

Post a Comment