24.2.13

At spæla uppá Føroyar

27. og 28. september 2012 skipaði Granskingarráðið fyri Vísindavøku á fimta sinni, ið hesuferð varð hildin í Østrøm. Fleiri áhugaverdir fyrilestrar vóru á skránni. Tað, ið serliga fangaði okkara áhuga, var verkið Føroyar 5.2 - Hvussu ljóða Føroyar?, lagt til rættis av Jens L. Thomsen úr Orka og Una Árting, jarðfrøðingi, og var endabrakið á Vísindavøkuni.
Føroyar 5.2 er ein installatión, sum er ein samanrenning av video, surround-ljóði og rúmi. Ljóðið er upptøkur av ristingum í hellum, bergi og grótbrotum úr ytstu krókunum í Føroyum. Jens og Uni hava verið runt á 5 seismiskum mátistøðum í Føroyum og tikið upp, harímillum í Haldórsvík, í Vágunum, á Svínoynni og á Suðuroynni. Hesar upptøkurnar verða umboðaðar í hvør sínum hátalara, og sum ein gongur runt í rúminum, kann ein hoyra og føla, hvussu tey ymisku hornini í Føroyum ljóða. Áskoðarin følir ljóðið ígjøgnum "seismiskar" ristingar úr stórum sub-hátalarum, ið spæla infra-bass. Saman við ljóðinum verða videoklipp víst, frá tá teir hava gjørt upptøkurnar.
Verkið er eitt upplivilsi fyri bæði eygu og oyru; man verður umringaður av verkinum, og fær eina kenslu av at vera inni í Føroyum. Ein áhugaverd og øðrvísi kensla, ið er torfør at seta orð á.
Føroyar 5.2 gevur einum ferilin av, hvussu tað ljóðar at spæla uppá Føroyar – hvussu Føroyar bókstavligt ljóða. Hettar er heilt víst ein øðrvísi háttur at føra vísindi og tónleik saman.

Hendan upptøkan er frá framførsluni á Vísindavøkuni. Hon er tikin upp við iPhone, so hettar er bert ein brotpartur av tí, sum upplivingin veruliga var. Seismisku ristingarnar úr sub hátalarunum, tær skiftandi myndirnar á ymisku veggunum, og ljóðini úr øllum ættum - hesar sansaligu upplivingarnar ber ikki til at taka upp, men mugu upplivast. Vónandi fáa tit tó ein feril av, hvussu Føroyar ljóða. Um tú fært møguleikan at síggja verkið aftur, er at fara, tí hettar er ein uppliving uttan líka.

No comments:

Post a Comment