28.2.13

This Kind of Thursday

Gott veður, gott lag og góður tónleikur her í Keypmannahavn!

27.2.13

Pakkar


Eygað skal hava sítt, eisini tá tað kemur til gávur og pakkar. Tað krevur bert eitt sindur av hugflogi at fáa pakkan at síggja enn meira dragandi út. Eitt hugskot er at keypa einslitt pappír, og prýða pakkan við t.d. bandi ella masking tape í ymiskum litum og mynstrum. Niðasta myndin er ymiskt tilfar hjá mær, og tað mesta er keypt í Tiger fyri ein bíligan penga.

Myndirnar eru frá dancelittleliar, apieceofcake82 og Pinterest

24.2.13

At spæla uppá Føroyar

27. og 28. september 2012 skipaði Granskingarráðið fyri Vísindavøku á fimta sinni, ið hesuferð varð hildin í Østrøm. Fleiri áhugaverdir fyrilestrar vóru á skránni. Tað, ið serliga fangaði okkara áhuga, var verkið Føroyar 5.2 - Hvussu ljóða Føroyar?, lagt til rættis av Jens L. Thomsen úr Orka og Una Árting, jarðfrøðingi, og var endabrakið á Vísindavøkuni.
Føroyar 5.2 er ein installatión, sum er ein samanrenning av video, surround-ljóði og rúmi. Ljóðið er upptøkur av ristingum í hellum, bergi og grótbrotum úr ytstu krókunum í Føroyum. Jens og Uni hava verið runt á 5 seismiskum mátistøðum í Føroyum og tikið upp, harímillum í Haldórsvík, í Vágunum, á Svínoynni og á Suðuroynni. Hesar upptøkurnar verða umboðaðar í hvør sínum hátalara, og sum ein gongur runt í rúminum, kann ein hoyra og føla, hvussu tey ymisku hornini í Føroyum ljóða. Áskoðarin følir ljóðið ígjøgnum "seismiskar" ristingar úr stórum sub-hátalarum, ið spæla infra-bass. Saman við ljóðinum verða videoklipp víst, frá tá teir hava gjørt upptøkurnar.
Verkið er eitt upplivilsi fyri bæði eygu og oyru; man verður umringaður av verkinum, og fær eina kenslu av at vera inni í Føroyum. Ein áhugaverd og øðrvísi kensla, ið er torfør at seta orð á.
Føroyar 5.2 gevur einum ferilin av, hvussu tað ljóðar at spæla uppá Føroyar – hvussu Føroyar bókstavligt ljóða. Hettar er heilt víst ein øðrvísi háttur at føra vísindi og tónleik saman.

Hendan upptøkan er frá framførsluni á Vísindavøkuni. Hon er tikin upp við iPhone, so hettar er bert ein brotpartur av tí, sum upplivingin veruliga var. Seismisku ristingarnar úr sub hátalarunum, tær skiftandi myndirnar á ymisku veggunum, og ljóðini úr øllum ættum - hesar sansaligu upplivingarnar ber ikki til at taka upp, men mugu upplivast. Vónandi fáa tit tó ein feril av, hvussu Føroyar ljóða. Um tú fært møguleikan at síggja verkið aftur, er at fara, tí hettar er ein uppliving uttan líka.

22.2.13

Mánadagur












Mándagin vóru Solveig og eg á Strøgnum. Mánadagar eru ikki nógv fólk á Strøgnum, og hendan dagin regnaði enntá. Vit vóru í ymiskum handlum millum øðrum Episode og Weekday. Eg fann blusuna omanfyri í Weekday. Eg keypti hana ikki, men hon hevði verið heit og lekkir í hesum kuldanum.

21.2.13

Real Life Exp.

Norski filminstruktørurin Kristoffer Borgli hevur í samstarv við norska DJ'in Lindstrøm, gjørt ein stuttflilm um tvær gentur, ið av óvart verða læstar inni í eini svimjihøll. Tær sleppa ikki út, og enda við at vera í høllini í fleiri tímar. Tær fáa tíðina at ganga við at fortelja hvørjum øðrum søgur, gráta uppá kommando, tosa franskt, práta, dansa o.s.fr.


Søgan verður fortald á minimalistiskan hátt, og frásøguhátturin er róligur, vakur, hugsunarsamur og poetiskur, og fær frítt spæl hesar 10 min. filmurin er.
Eg haldi, at filmurin er hugtakandi og vakur, og tónleikurin er feitur. Mær dámar væl Lindstrøm, og hevði gleðina at síggja hann upptraðka saman við songkvinnuni Christabelle á Roskilde Festival 2010. Eisini er tankin um at verða innilæstur í einari svimjihøll undrandi hugtakandi.

Meira um Kristoffer Borgli: Heimasíða, Vimeo

20.2.13

Matthias Heiderich

Kom summar, kom sól! Eg gerist í góðum lag, av at hyggja at hesum litføgru myndunum, og tær fáa meg at leingjast eftir heitari veðri. Serliga ein dag sum í dag, tá tað er hvítt uttanfyri

Myndamaðurin handan myndirnar er Matthias Heiderich. Hann er sjálvlærdur myndatakari, búðsitandi í Berlin, Týsklandi.
Heiderich er serliga áhugaður í at taka myndir av arkitekturi, og arbeiða við hvussu listasnið hjá bygningum koma til sjóndar alt eftir vinklinum á myndini. Heiderich gevur sær far um snið, horn, formar, og litir, sum fólk oftast bert kveita at í gerandisdegnum.
Myndirnar hjá honum kunnu sigast at vera minimalistisk, urban, menniskjatóm landsløg, oftast av Berlin. Hann tekur bæði grátónaðar myndir, og litríkar, mynstrutar myndir.






Tær litríku myndirnar eru organiskar, streymlinjaðar, við klárum litum og mynstrum (bomm arkitekturur); 80ara litaborð, inspirerað av polaroid myndum. Í teimum lit-leysaru myndunum er eitt tyngri huglag, litirnir eru gráari, men linjurnar eru kortini beinar og mynstrini greið.




Meira um Heiderich: Flickr, Heimasíða

18.2.13

Movies I've watched lately


Django Unchained (OMG!) / The Hunger Games / The Impossible / Kingpin / Girls - ein seria, men eg havi hugt at sesong 1 og 2 ta seinastu tíðina. Mega kul! / Nick and Norah's Infinite Playlist

Sakaris - Brace Myself

Nýtt videolag frá dugnaliga SAKARIS til lagið Brace Myself av plátuni I Have Beautiful Eyes.
Heiðrik á Heygum hevur leikstjórnað.
Videolagið bjóðar hyggjaranum aftur í 80ini, og Brace Myself minnir meg um tá eg plagdi at hyggja at ymiskum sendingum á MTV og VH1, harímillum Top of the Pops, har 80ara videoløgini vóru í hásæti. Í videolagnum eru fleiri tilvísingar til dugnalig listafólk og listaverk frá 70unum og 80unum, og tær eg havi hugsað meg fram til, eru m.a. A Clockwork Orange, Kate Bush, David Bowie, Kraftwerk, Abba, og har eru allarhelst fleiri. So trýst á play og ver bergtikin av feitum 'moves' hjá Sakaris, flottum dansarum, lekkrum synthum og ikki minst tónleikinum, tí lagið er feitt!

15.2.13

Pannukakur

Bókin Góðaráð er allarhelst fast innbúgv í øllum húsarhaldum í Føroyum. Nú ein dagin fekk eg tvær vinkonur á vitjan, og avgjørdi at gera teimum pannukakur. Uppskriftina fekk eg úr Góðaráð, og pannukakurnar gjørdust so góðar, at ein av vinkonunum vildi hava uppskriftina heim við.
Eg tók ikki myndir av lidna úrslitinum, men tær smakkaðu ómetaliga væl, serliga við róma, farin og súltutoy afturvið. Donsku vinkonurnar hjá mær høvdu ikki roynt pannukakur við róma fyrr, so eg veit ikki um tað er okkurt serstakt føroyskt, men tær lótu væl at.
Uppskriftin er løtt - blanda alt tilfarið saman, og koyr tað á pannuna. Uppskriftina fáa tit her:
8 pannukakur:
150 g av hveitimjøli
1/2 tesk. av salti
1 súpisk. av sukri
2 1/2 dl av mjólk
1 dl av vatni
3 egg
25-30 g av margarini

Kuldi og kavi

1, 2 & 3 - Troyggja við rullukraga, niðurdeilur og taska frá Guðrun & Guðrun
4 - Styvlar frá Topshop
5 - Ur frá Casio
6 - Hálsprýði frá Jane Kønig

Eg havi verið forlipt í hesum niðurdeilinum í eitt longri tíðarskeið. Hann er úr mohair, so hann fellur so ómetaliga vakurt. Styvlarnir eru eisini feitir. Minna rættiliga nógv um Dicker Boots hjá Isabel Marant, bert fyri ein brotpart av prísinum, og enntá í leðri. Mær manglar eitt einkult hálsprýði við tunnari ketu, og hettar kundi verið eitt hugskot.

12.2.13

Instaweek#2










Nú er ein mánaður skjótt farin aftur um bak, og eg stórtrívist. Tað kennist sum longri tíð - langt síðani eg havi upplivað so nógv, so skjótt.

 /1. Eitt petti av íbúðini hjá mær /2. Lekkurt Chai Latte í kuldanum í Keypmannahavn /3. Og ja, tað sær út sum, at tað er jól /4. 13 ára føðingardagur verður hildin við nógv for lekkrum køkum! /5. Á vesinum hjá einum med.stud., høhø 

11.2.13

Avvenjing

5-piece French Wardrobe hugtakið saman við fíggjarstøðuni í vesturheiminum hevur havt við sær ein áhuga i kvaliteti í mun til kvantitet tá tað kemur til klæðir. Málið sýnist at vera at eiga eitt haldbært, basis klædnaskáp (hygg t.d. her: Dead Fleurette, Tænkeboksen, SUS, Vilde Kaniner, Pagik), og rudda alt út, sum man ikki hevur verið í seinasta árið.
Á blogginum A Pair and a Spare hevur Geneva gjørt eina leiðbeining til hettar, ið eg haldi ljóðar rættiliga skilagóð.













































Hennara seks stig eru hesi:
1. Rudda og koyr út - ov stór, lítil, illa farin klæðir skulu út, eins og klæðir tú ikki kennir teg væl í.
2. Lýs stílin hjá tær - hygg hvat er eftir í skápinum tá tú hevur ruddað út, og fá eina mynd av hvørjum tær dámar at vera í.
3. Savna tíni essentiellu pløgg - og finn útav hvørji tú heldur, at tær manglar.
4. Skipa klædnaskápið - so tú hevur yvirlit yvir pløggini í skápinum, og enntá kanst finna íblástur á henda hátt
5. Finn tína litafjøl - litir sum tær dámar, kennir teg væl í, og hóska til tín.
6. Kvalitetur yvir kvantitet - ikki bara keypa tí tað er bíligt ella hóskar tær hampuliga. Bíða heldur til tú finnur plaggIÐ.

"Wardrobe essentials" hjá Genevu kunnu síggjast her
 
Sjálv eri eg ómetaliga glað fyri úrvalið í mínum klædnaskápi, og eg havi uppbygt mær eitt haldbært basis-úrval. Eg skal bara duga betri at rudda út (punkt 1). Eg aavi alt ov nógv klæðir sum eg ikki havi verið í í minst 1 ár, og hettar gongur út yvir yvirlitið í skápinum (punkt 4).
Eisini havi eg ein lista av pløggum, ið eg kundi hugsað mær at leggja afturat klædnaskápinum (punkt 3). Tó fari eg ikki miðvíst út at leita eftir hesum pløggunum - her eri eg samd við modellini Caroline Brasch Nielsen, ið sigur:
"I think you’re better off browsing than going out to buy a specific thing. I never think, ‘Oh, I need a coat, I’m going to go get a coat.’ You should see what’s out there, and not feel pressured to get something just because you need it. Also, it seems like every time you’re ‘on a mission,’ you don’t find what you’re looking for."

9.2.13

Prep, prime and pimp

Møgulig keyp, ið eg havi í huga
1. Naked Basic eygnaskuggar frá Urban Decay
2. Corrector frá Bobbi Brown, bronzer frá Dior
3. Highlighter frá Topshop
4. Maska frá Ren, tónari frá Caudalie, krem frá Embryolisse

7.2.13

Nýtt Stativ

Tá eg flutti inn, var einki stað at heingja klæðini. Tað er eitt skáp í íbúðini, men har eru øll tingini hjá henni, sum eg framleigi frá. Solveig vísti mær hettar stativið, og eg fór beinanvegin í Silvan at keypa lutirnar. Tað var lætt at seta saman, og úrslitið líkist síðstu myndini. Voilà!

6.2.13

Plátuhúsar

Í trá við innleggið um framsýningina um plátuhúsar, havi eg valt nakrir húsar, ið mær dámar væl. Nógvir feitir plátuhúsar eru til, og hettar er bert eitt (lítið) úrval, ið kom mær í huga henda fyrrapart.
My Bloody Valentine - M B V, 2013
My Bloody Valentine - Loveless, 1991


Joy Division - Unknown Pleasures, 1979
Beach House - Bloom, 2012


Sonic Youth - Daydream Nation, 1988

Autolux - Future Perfect, 2004
Bob Dylan - Blonde on Blonde, 1966
Patti Smith - Horses, 1975