5.1.13

Yndis í vetrarhálvuni

Heystið er í hásæti og veturin er fyri framman. Hendan tíðin ber dám av góðum temunnum undir heitum teppi við hugnaligum lesnaði meðan vindurin ruskar í naknu træunum uttanfyri. Hettar setur dám á tey ymisku produktini mær dámar at brúka.

A-derma Hand Creme
Hettar kremið er so deiliga einkult: tornar skjótt, gevur nógva vætu og er drúgt. Hettar er triðja árið eg brúki hettar kremið, og tað ger akkurát tað sum tað skal.

Nuxe Reve de Miel lip balm
Balsamið hevur ein grýnutan tekstur, men hettar forsvinnur tá man smyr tað á varrarnar. Úrslitið er eitt kámt finish á varrunum, ið heldur leingi. Mær dámar væl at smyrja tað á varrarnar áðrenn eg fari út í kuldan. Reve de Miel er heldur dýrt, men tað er drúgt, og har er hampuliga nógv balsam í tí flottu dósini, og tað angar.

Moroccan Oil Treatment
Eg var skeptisk tá frisørin viðmældi mær at brúka hesa oljuna til hárið, men havi ikki hugt aftur síðani. Hárið er ikki eins turt sum tað var fyrr, hárið sær sunnari út og ger tað slætt uttan at tyngja tað. Havi lisið bæði rís og rós um Moroccan Oil, so tað sýnist sum tað er treytað av hvussu eins egna hár tíggjar sær, men tað fær tummil upp frá mær.

Clinique Chubby Stick Moisturizing Lip Colour Balm - No. 10, Bountiful Blush
Balsam til varrarnar (... og fyri sálina). Ein vinkona hjá mær smurdi varrarnar við hesi multi-feittstiftini og gav henni gott viðmæli. Seinast eg var á flogvøllinum keypti eg eina í Tax Free, og eg havi brúkt hana nógv síðani. Tað er ein tónað feittstift ið gevur vætu. No. 10 sum eg eigi er ein perfekt MLBB (my lips but better) nuansa hjá mær. Lætt at smyrja á, og heldur eini 2 tímar.

No comments:

Post a Comment