24.1.13

Plátuhúsar - "vinylens revival"

Á Designmuseum Danmark ber til at síggja framsýningina Pladecovers - vinylens revival.
 Til ber at síggja alskyns plátu-húsar. Húsarnir eru deildir upp í visuell tema, sum t.d. "Nybrud", "Gruppeportrætter", "Designerne" o.s.fr. Savnið rúmar bæði klassikarir sum banan-plátan hjá The Velvet Underground & Nico, Aladdin Sane hjá David Bowie og White Album hjá The Beatles (sum opinberliga ikki er so lætt at fáa fatur á), og minni kendir, men áhugaverdir og flottir húsar.
Við at deila húsarnir upp í tema, verða teir settir í ein samanhang sum gevur framsýningini ein dynamikk. Sum hyggjari skal man hava í huga, at tað fyrst og fremst eru húsarnir framsýningin snýr seg um, og ikki tónleikurin (sjálvt um tað sum oftast er resonansur millum hesar).

Húsbóndin og eg hava verið og hugt at framsýningini tvær ferðir - fyrru ferð var tá hon opnaði, og aðru ferð var við kuratorunum sum leiðsøgufólk. Kuratorarnir handan framsýningina eru Lars Dybdahl, bókasavns- og granskingarstjóri, og Laura Liv Weikop, ph.d.-stipendiat á Designmuseet (dreymastarv!). Eg havi havt Lauru sum undirvísara í fakinum Design og hverdagskultur, og hetta var eitt av mínum yndis fakum. Tað var áhugavert og stuttligt at síggja brot úr undirvísingini aftur í framsýningini.

Okkum dámdi ómetaliga væl framsýningina. Húsbóndin er áhugaður í bæði húsum, tónleiki, plátum og søguna og vitanina handan hesi. Eg havi fingið eitt sindur við ígjøgnum árini av hesum áhuganum, og sett saman við vitanini frá Design og hverdagskultur, gekk alt upp í eina hægri eind.
Tó nýtist man als ikki at hava hettar grundarlagið fyri at vitja framsýningina. Tað er nevniliga tað, sum er so feitt við tónleiki og húsunum sum kringseta hann - teir tala til ein breiðan málbólk. Tær tvær ferðirnar vit hava verið og hugt, hava fólk gingið ímillum pláturnar og prátað, greitt frá og minnst afturá meðan tey hava hugt at húsunum.
Eg viðmæli fólki at fara inn og hyggja at framsýningini. Hon koyrir til 10. marts, og um man hevur lestrarkort, sleppur man ókeypis inn.
Hendan myndin er gjørd til framsýningina, og parafraserar heili 13 plátuhúsar. Síggja tit húsarnir? Har er m.a. okkurt Beatles, Rolling Stones, Blur, Pink Floyd, New Order, Coldplay o.s.fr.

Allar myndirnar, uttan tann niðasta og av plátuhúsunum, eru frá heimasíðuni hjá Designmuseum Danmark, tiknar av Pernille Klemp

No comments:

Post a Comment