1.1.13

Olsen Olsen

Vælkomin til bloggin hjá okkum!

Eitt sindur av øllum, kanska serliga móta, list og tónleiki




Blogg-steðgurin gjørdist ein longri steðgur. Orsøkirnar eru fleiri, harímillum webhotel sum ikki funka nóg væl, flyting til annað webhotel, HTML-kodur, uppseting, uttanlandsferðir, royndir o.s.fr. Her skal Ólavur í Búrstovu hava stóra tøkk fyri hollan stuðul og hjálp við tí tekniska!

Nú eru vit aftur, og alt er (vónandi) komið uppá pláss. Vit hava fingið okkara egna økisnavn, nýgga uppseting, nýtt logo og vit eru fyltar við nýggjum, góðum hugskotum.

Hagtølini vísa, at um tveir triðingar av teimum vitjandi á blogginum eru føroyingar. Føroyskt fellir okkum lætt at skriva, og tí hava vit avgjørt at skriva á føroyskum og at hava ein stuttan samandrátt á enskum.

We're back! A new start with our own domain, new layout, new logo and great posts coming up.

// Sunnvá og Solveig

No comments:

Post a Comment