21.1.13

Nýtt ár, nýggjur kalendari

Seinasta hálvárið havi eg ikki havt ein kalendara. Eg havi brúkt kalendarin í telduni og telefonini (sum synkronisera, sera hent!), men tað er ikki tað sama sum at hava ein kalendara, har man kann krutla alt millum himmal og jørð niður.
2013 - nýtt ár, nýggjur kalendari! Eg góðgaði mær og keypti ein Moleskine Star Wars. Ein flottan viku-kalendara við harðari permu, ið er prýdd við sitatinum "Do. Or Do Not. There is No Try." - vísdómsorð frá Yoda. Sum tit allarhelst skilja á lagnum, eri ómetaliga glað fyri hann!
Hesin kalendarin er fast inventar í ryggsekkinum.
Til heimið havi eg fingið fatur á einum øðrum kalendara - eisini svartur og hvítur, men við grafiskum myndaformum.

Jennifer hevur bloggin A Merry Mishap (eg vísti eisini til hana og bloggin í Instagram inlegginum frá fríggjadegnum). Hon hevði føðingardag í november, og í tí høpi hevur hon lagt eina leinkju út til ein kalendara, sum man kann taka niður á telduna og printa út. Kalendarin er sniðgivin av Natasha Mileshina, ið hevur Etsy handilin Bubbo Tubbo. Vitja bloggin og tak kalendaran niður her
Til ber at síggja fleiri hugskot at brúka kalendarin uppá við at hyggja her, ella leita á Instagram eftir hashtag #ammcalendar

No comments:

Post a Comment