10.1.13

DR K - 2

Onnur helvt av sendingum á DR K: 
Kunstquiz
Spurnarkappingin gongur út uppá, at tvey lið skulu kappast í teirra vitan um list. Tey skulu gita kend listaverk, tekna listaverk sum hini so skulu gita, vita hvør veit mest um eitt listaverk og tílíkar uppgávur. Adrian Hughes er vertur, og liðini eru mannaði av 6 listakønum fólkum.
Eg haldi at sendingin er undirhaldandi, og man lærir nógv um tey ymisku listaverkini. Men sjálv kappingin er alt ov torfør til at sita heima og kunna gita við. Ístaðin hyggi eg at henni fyri at fáa eitt (lítið og stutt) innlit í listaheimin, og víðka sjónarringin.

Nordisk Rum
Trý design-køn fólk, tvær kvinnur úr Svøríki og Noregi og ein maður úr Danmark, vitja ymisk norðurlendsk heim og hyggja at, hvussu vit hava innrættað okkum við norðurlendskum designi, og hvørjir norðurlendskir designarir eru blivnir partur av norðurlendsku siðvenjuni. Eitt rúm til hvørja sending.
Tey trý lyfta, venda, røra, hyggja, sita og brúka innbúgvið, og kunnu gerast heilt bergtikin av einum dósaopnara. Norðurlendska designið er heilt serligt, men síggi eisini, at sendingin kann sýnast sum at man válkar sær í designinum. Tó, eg elski at síggja teirra brennandi áhuga, og deili (partvíst) hendan áhugan við teimum.

Fyrsta helvt um DR K sendingar er at finna her

No comments:

Post a Comment