6.1.13

DR K - 1

DR K hevur nógvar góðar sendingar á skránni. Serliga um man er áhugaður í design, arkitekturi, innrætting, mentan, list o.s.fr. Her eru nakrar av sendingunum, sum mær dámar at hyggja at.
Fyrsta helvt kemur her: 


Filmselskabet, hósdagar kl. 21
Filmselskabet er eitt filmmagasin við vøkru Maria Månson sum verti. Í sendingini ummælir hon 3-4 filmar sum eru frammi í løtuni. Hon fær vitjan av ymiskum film-fólkum, og saman lýsa tey serlig sjónarmið við filmunum við støði í teirra serkunnleika. Eisini fær hon vitjan av Per Juul Carlsen, ið setur teir aktuellu filmarnir í ein størri samanhang við at hyggja at filmssøguni og sjangruni. Til endans í sendingini viðmæla gesturin og Maria hvør sín film úr sjónvarpsskránni. Vit hava hugt at fleiri av hesum filmunum, og teir hava verið góðir.
Månson er peppað um film-heimin, virkar vitandi og upplýst um fakið, og ber tað framm á ein hugfangandi hátt. Hon er bersøgin um filmar (eisini danskar), eisini tá hon heldur at teir eru modnir.

Arkitektens hjem
Sum heitið vísur til, vitjar verturin, Eva Harlou, heimini hjá arkitektum, og saman tosa tey um hvussu tey hava innrættað seg og hvussu tey hava sameint arkitektoniska hugflogið og gerandislívið.
Sendingin í sær sjálvum hevur ikki nógv uppá seg, men hon fer eitt fet longur enn líknandi sendingar, tí vit koma inn í tað heilaga - heim til sjálvan arkitektin. Men nevniliga tí kann sendingin sýnast eitt sindur lovprísandi. Mær dámar sendingina, tí hon er kveikjandi, gjøgnumførd og granskar tey estetisku heimini út í æsir.
Hendan sendingin verður ikki send longur, men til ber at hyggja at henni á DR heimasíðuni. Eva Harlou hevur verið at sæð í sendingini "Danmarks skønneste hjem", og verður skjótt at síggja aftur við sendingini "Nordens enestående huse".

No comments:

Post a Comment