31.1.13

Coffee Table Books







































Mamma okkara er í Keypmannahavn hesir dagarnir. Í gjár vóru vit á Strøg'num og fóru ein túr inn í Urban Outfitters. Hvørja ferð detti eg um eina stuttliga, feita ella áhugaverda bók (ella sjey!). Urban Outfitters er har eg fari, næstu ferð eg kundi hugsað mær eina 'coffee-table-book'!

29.1.13

OMG!

Hósdagin fóru vit út at eta og í biograf. Borðið á Halifax var ikki heilt klárt, tá vit komu, so vit fóru líka inn í Episode – ein av yndis endurnýtsluhandlunum hjá mær og Solveig. Eg sá hendan vakurleikan hanga í krókinum og royndi hann beinanvegin. Eg havi leingi spælt við tankan um ein svartan pels, og tíbetur passaði hesin perfekt. Nú er hann ein partur av mínum klædnaskápi, og eg eri himmalska glað.

24.1.13

Plátuhúsar - "vinylens revival"

Á Designmuseum Danmark ber til at síggja framsýningina Pladecovers - vinylens revival.
 Til ber at síggja alskyns plátu-húsar. Húsarnir eru deildir upp í visuell tema, sum t.d. "Nybrud", "Gruppeportrætter", "Designerne" o.s.fr. Savnið rúmar bæði klassikarir sum banan-plátan hjá The Velvet Underground & Nico, Aladdin Sane hjá David Bowie og White Album hjá The Beatles (sum opinberliga ikki er so lætt at fáa fatur á), og minni kendir, men áhugaverdir og flottir húsar.
Við at deila húsarnir upp í tema, verða teir settir í ein samanhang sum gevur framsýningini ein dynamikk. Sum hyggjari skal man hava í huga, at tað fyrst og fremst eru húsarnir framsýningin snýr seg um, og ikki tónleikurin (sjálvt um tað sum oftast er resonansur millum hesar).

Húsbóndin og eg hava verið og hugt at framsýningini tvær ferðir - fyrru ferð var tá hon opnaði, og aðru ferð var við kuratorunum sum leiðsøgufólk. Kuratorarnir handan framsýningina eru Lars Dybdahl, bókasavns- og granskingarstjóri, og Laura Liv Weikop, ph.d.-stipendiat á Designmuseet (dreymastarv!). Eg havi havt Lauru sum undirvísara í fakinum Design og hverdagskultur, og hetta var eitt av mínum yndis fakum. Tað var áhugavert og stuttligt at síggja brot úr undirvísingini aftur í framsýningini.

Okkum dámdi ómetaliga væl framsýningina. Húsbóndin er áhugaður í bæði húsum, tónleiki, plátum og søguna og vitanina handan hesi. Eg havi fingið eitt sindur við ígjøgnum árini av hesum áhuganum, og sett saman við vitanini frá Design og hverdagskultur, gekk alt upp í eina hægri eind.
Tó nýtist man als ikki at hava hettar grundarlagið fyri at vitja framsýningina. Tað er nevniliga tað, sum er so feitt við tónleiki og húsunum sum kringseta hann - teir tala til ein breiðan málbólk. Tær tvær ferðirnar vit hava verið og hugt, hava fólk gingið ímillum pláturnar og prátað, greitt frá og minnst afturá meðan tey hava hugt at húsunum.
Eg viðmæli fólki at fara inn og hyggja at framsýningini. Hon koyrir til 10. marts, og um man hevur lestrarkort, sleppur man ókeypis inn.
Hendan myndin er gjørd til framsýningina, og parafraserar heili 13 plátuhúsar. Síggja tit húsarnir? Har er m.a. okkurt Beatles, Rolling Stones, Blur, Pink Floyd, New Order, Coldplay o.s.fr.

Allar myndirnar, uttan tann niðasta og av plátuhúsunum, eru frá heimasíðuni hjá Designmuseum Danmark, tiknar av Pernille Klemp

Te og Summar

Mánadagin vóru vit yvir 100 fólk, sum fóru á rústúr. Vit komu aftur í gjár, og nú havi eg fingið krím. Tá er te tað besta, ein kann fáa! Beint nú droymi eg bara um summar í Keypmannahavn...

23.1.13

Endurnýtslu-gull


Faktiskt ikki gull, men silvur! Eg fór framvið ein endurnýtsluhandil í dag, og fann hesa troyggjuna við rullukraga fyri lítið og lætt.

21.1.13

Nýtt ár, nýggjur kalendari

Seinasta hálvárið havi eg ikki havt ein kalendara. Eg havi brúkt kalendarin í telduni og telefonini (sum synkronisera, sera hent!), men tað er ikki tað sama sum at hava ein kalendara, har man kann krutla alt millum himmal og jørð niður.
2013 - nýtt ár, nýggjur kalendari! Eg góðgaði mær og keypti ein Moleskine Star Wars. Ein flottan viku-kalendara við harðari permu, ið er prýdd við sitatinum "Do. Or Do Not. There is No Try." - vísdómsorð frá Yoda. Sum tit allarhelst skilja á lagnum, eri ómetaliga glað fyri hann!
Hesin kalendarin er fast inventar í ryggsekkinum.
Til heimið havi eg fingið fatur á einum øðrum kalendara - eisini svartur og hvítur, men við grafiskum myndaformum.

Jennifer hevur bloggin A Merry Mishap (eg vísti eisini til hana og bloggin í Instagram inlegginum frá fríggjadegnum). Hon hevði føðingardag í november, og í tí høpi hevur hon lagt eina leinkju út til ein kalendara, sum man kann taka niður á telduna og printa út. Kalendarin er sniðgivin av Natasha Mileshina, ið hevur Etsy handilin Bubbo Tubbo. Vitja bloggin og tak kalendaran niður her
Til ber at síggja fleiri hugskot at brúka kalendarin uppá við at hyggja her, ella leita á Instagram eftir hashtag #ammcalendar

20.1.13

Bei Føroyar!

Nú eri eg flogin úr fjálga reiðrinum hjá mammu. Eg eri flutt til Keypmannahavnar og ein nýggjur kapittul er byrjaður. Tað er ringt at rýma frá frálíku Føroyum, men tíðin, sum stendur fyri framman, er sera spennandi. Týsdagin tók eg einvegis rutuna til Keypmannahavnar. Sólin skein og veðrið var fantastiskt – løgið! Her eru nakrar myndir frá túrinum.

18.1.13

Instagram, stilleben

Instagram - eg kann ikki siga annað enn at eg eri bitin av at hyggja at teimum smáu, stílfullu myndunum. Til ber at síggja Instagram profilarnir hjá mær og Sunnvá til høgru á blogginum.
Hervið vil eg fegin viðmæla 8 profilar, ið mær dámar ómetaliga væl at fylgja. Hesar 8 damurnar leggja myndir út, ið eru ein blanding av stilleben, gerandisdegnum, náttúru og mati. Fleiri av teimum hava eisini bloggar. Hettar er fyrsta innlegg frá mær um ymiskir áhugaverdir Instagram brúkarir, og aðrar viðmælingar eru fyri framman.

dancelittleliar



happyaugust
Etsy profilurin hjá Heidi er her

bleubird
Bloggurin hjá James er at finna her

apieceofcake82

idalaerke
Ida Lærke hevur ein blogg her

ungtblod
Mette hevur ein blogg her

marit2112

amerrymishap
Jennifer bloggar her

15.1.13

String hyllar







String hyllarnar eru svenskir design-klassikarir frá 1949, designaðir av Nils Strinning. Hyllarnar og ásløgini eru at fáa í alskyns litum, tilfari og støddum, so til ber at seta sína egnu loysn saman. String Pocket er mest kend, hon hevur tríggjar hyllar, og er tann vit síggja á mynd 1, 4 og 5.

14.1.13

Anne Sofie Madsen Posters

Anne Sofie Madsen er sniðgevi og brúkar illustratiónir teknaðar við hond í sínum sniði. Hetta gevur klæðunum eitt øðrvísi úttryk, sum riggar væl. Til ber at síggja kollektiónirnar her.
Omanfyri síggja tit plakatir, sum Anne Sofie hevur gjørt. Tær kunnu keypast á heimasíðuni B56, og eg hevði ikki mutað ímóti, um ein slík hekk á vegginum hjá mær.